Á Hotel Hafnia 8. mars
  • David Lorentzen

    Seinastu 3 árini er danin David blivin viðurkendur fyrilestrahaldari innan sosialar miðlar. Dagliga ráðgevur hann smærri og stórum fyritøkum, hvussu tey kunna brúka sosialar miðlar til at skapa málrættað úrslit. Eisini arbeiðir hann sum ráðgevi fyri samskiftisfyritøkuna Kindly.
  • Niclas Heri Jákupsson

    Niclas Heri er stjóri og eigari á fyritøkuni Fegin, ið hevur 6 ár á baki. Umframt at halda fyrilestrar og skeið um sølu og meirsølu, hevur hann seinastu árini arbeitt við at styrkja og menna søluliðið á fleiri fyritøkum kring landið. Niclas Heri hevur tætt samstarv við fyritøkuna Navitas og samskipar saman við henni Ársins søludag.
  • Allan Dalsgarð

    Allan hevur seinastu 11 árini arbeitt sum ráðgevi innan strategi og marknaðarføring, harav 5 ár sum stjóri á Sendistovuni. Hann er útbúgvin cand.mag. í miðlafrøði og starvaðist eitt tíðarskeið sum miðlaleiðari í Kringvarpinum. Eisini er hann eigari av Spyr.fo og SAVNA.
  • Bárður Eklund

    Bárður er eyðkendur fyri síni evni handan myndatólið og talgilda heimin. Hann er útbúgvin fotojournalist og hevur starvast á m.a. BT, Urban, Berlingske Media og Kringvarpinum. Bárður starvast í dag sum talgildur marknaðarleiðari á VisitFaroeIslands.
Kl
Klokkan
Fyrilestur
Røðari
8:30
Innskriving og morgunmatur
-
9:00
Vælkomin
-
9:10
Kanna og máta teg til betri marknaðarføring

Hvussu hagtøl kunnu geva størri innlit og hjálpa at skapa betri marknaðarføring.
Allan Dalsgarð
9:50
Talgilda sporið

Við útgangsstøði í grindadrápi og umtalu av Føroyum á alnetinum, verður hugt nærri at hvat SEO er, og hvussu tú íverksetur eina SEO strategi.
Bárður Eklund
10:30
Steðgur
-
11:00
1. Frá at skjóta í blindum til málrættað samskifti

Fyri bert fáum árum síðan, snúði tað seg um at fáa so nógv brúkaravirksemi sum møguligt á Facebook og Instagram. Tess meiri brúkaravirksemi, tess longri var møguligt at røkka út.

Í dag er tó í stóran mun neyðugt at gjalda fyri at fáa boðskapin út.

Hugt verður eftir sølutraktini: Eitt amboð, ið hjálpir tær at arbeiða strategiskt við tínum samskifti á Facebook, Instagram og sosialum miðlum annars, við at leggja dent á, hvar í skiftistilgongdini brúkarin er staddur.
David Lorentzen
11:40
2. Brúka innlit og fá betri úrslit

Lýsingarmøguleikin verður alt ov lítið brúktur av teimum, sum hava eina Facebook ella Instagram síðu. Ein orsøk til hetta er, at lýsingarparturin sær nógv truplari út, enn hann í veruleikanum er.

Vit fara í maskinrúmið hjá Facebook og Instagram. Hyggja at "retargeting", "conversion tracking" og "custom audiences". Tú fært eisini ein ítøkiligan arbeiðslista við tær heim, soleiðis at tú gert betri lýsingar longu eftir M-dagin.
David Lorentzen
12:20
Døgurði
-
13:20
3. Teori til praksis, soleiðis gert tú

Tikið verður samanum, og hugt verður at ítøkiligum dømum.

Tú fært íblástur til at samanseta egin átøk í mun til málbók og endamál. Herav tilmeldingar til tiltøk, tíðindabrøv, keyparar til nethandil o.a.
David Lorentzen
14:20
Steðgur
-
14:50
The missing link

Virðiligt samskifti millum marknaðarfólk og sølufólk
Niclas Heri Jákupsson
15:30
Liðugt
-
Hotel Hafnia
Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn
Telefon: +298 313233
M-dagurin hevur sum endamál at kveikja fólk ið starvast innan marknaðarføring, og geva viðkomandi amboð at náa málum ið tey hava sett sær fyri og birta undir at røkka nýggjum málum.

Serfrøðngar innan marknaðarførslu í Føroyum luttaka og geva sína vitan frá sær, umframt at fremstu marknaðarføringsfólk úr Danmark somuleiðis luttaka á degnum.

M-dagurin er samskipaður av fyritøkunum Faroe Media og Advent Events Management.

Kostnaður:

Upphæddin fyri fyrilesturin er 1.995,- uttan mvg. Við í kostnaðinum er døgurði umframt kaffi, te og frukt í steðgunum.

Seinasta freist at tilmelda seg er 1. mars kl.12.